Føroya Kolvetni er nú í ferð við at spenna seg rættiliga út, bæði á føroyskum sjóøki, men eisini í Norðsjónum.
Felagið var við í 2. útbjóðingarumfari á okkara leiðum, men hevur nú haraftrat ognað sær sær 90 prosent av tveimum økjum í bretska partinum av Norðsjónum. Økini eru latin av stóru oljufyritøkunum Shell og Esso í Bretlandi.
Meðan okkara sjóøki enn ikki er fult kannað, so er Norðsjógvurin, har nógv oljuvirksemi er, rættiliga væl lýstur og kortlagdur.
- Hetta er tí at meta sum eitt veruligt frambrot fyri okkum, sigur Niels Sørensen við Sosialin.
Føroya Kolvetni, ið er dótturfelag hjá tí størra Faroe Petroleum, hevur í løtuni 10 loyvir. Av hesum eru fýra í føroyskum sjóøki, har felagið stendur fyri arbeiðinum í tí eina, meðan teir í bretskum øki hava seks loyvi og eru fyristøðufólk á tveimum.
Við hesi nýggju ætlanini í Norðsjónum hevur felagið sostatt 11 loyvir. Tí verður við spenningi sæð fram ímóti komandi tíð innan oljuvinnuna.
Lovandi ætlan
Tey bæði økini, sum Føroya Kolvetni hevur ognað sær, liggja í tí bretska partinum av Norðsjónum.
Talan er um tvey øki á Halibut Horst, ið fevna um einar 217 ferkilometrar á 140 metra dýpi. Økini liggja skamt frá og ímillum oljukeldurnar, Claymore og Blake, har oljuvirksemi er.
Føroya Kolvetni lýsir økini sum "lovandi" og "óborað", samstundis sum felagið upplýsir, at tað er væl kent, at kolvetni seyra úr havbotninum.
Fyrimunurin við júst hesum nýggju økjunum hjá Føroya Kolvetni er, at tey eru á grunnum vatni, og at ætlaða oljuleitingin tí er mett at gerast lutfallsliga bílig.
Ein annar fyrimunur er, at tað ber til at flyta møguliga olju og gass gjøgnum rørleiðingar, sum longu eru har um leiðir.
Avmarkaður váði
Graham Stewart, stjóri í móðurfelagnum Faroe Petroleum sigur við heimasíðuna hjá Sparikassanum, at hetta er fyrsti handilin hjá felagnum í Norðsjónum.
- Hann hóskar sera væl saman við høvuðsætlan felagsins um at tryggja fjølbroytni og virðisøking á virkisøkjunum, samstundis sum váðin sum heild í virkseminum verður avmarkaður.
Avtalað er, at Shell heldur fram sum medeigari og samstarvsfelagi saman við Føroya Kolvetni á teimum báðum oljuøkjunum á Halibut Horst í Norðsjónum.
Saman við Shell fer Føroya Kolvetni nú undir at viðgera seismiskar upplýsingar, til tess at finna eitt hóskandi stað at seta borin í havbotnin.
Føroya Kolvetni er somuleiðis millum feløgini, ið fingu tillutað leitiloyvi í 2. útbjóðingarumfari á føroyskum øki herfyri.
Felagið er skrásett á bretska virðisbrævamarknaðinum, London Stock Exchange.