Oljufelag
Í stórari lýsingum í blaðnum í dag verður kunngjørt, at partapeningurin í felagnum nú skal hækkast munandi og at útlendskir íleggjarar nú eisini hava møguleika at seta pengar í føroyska oljufelagið. Í dag er partapeningurin knappar 50 mill. kr., og hann er bara á føroyskum hondum.
Á ársaðalfundinum, sum verður 22. juni verður lagt verður upp til eina munandi kapitalhækking í felagnum. Sum nakað nýtt verður ein nýggjur B-flokkur av partabrøvum, har nevndin í tíðinik til 31. desember 2003 fær heimild til í einum ella fleiri umførum at hækka partapeningin nominelt við 100 mill. kr. Hesi partabrøv verða frítt umsetilig. Avmarkingar verða tó í atkvøðurættinum hjá B-partaeigarum. Vanliga hava B-partabrøv ein tíggjundapart av atkvøðurættinum í mun til A-partabrævaeigarar. Vilhelm Petersen, stjóri sigur, at roknast kann við, at hesin kapitalurin í stóran mun fer at verða teknaður uttan fyri Føroyar. Higartil hava bert fólk búsitandi í Føroyum kunnað sett partapening í felagið. Endamálið við hesi broyting er m.a. at gera tað møguligt hjá stórum íleggjarum í útlandinum at gera íløgur í partabrøv í Atlantic Petroleum.
Vilhelm Petersen sigur, at um so er, at tað fer at eydnast teimum at finna olju undir boringini í vetur í passandi nøgdum, so skal ein stór útbygging í gongd. Tá verður so luturin hjá Atlantic Petroleum í loyvinum hjá The Faroes Partnership (Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlantic Petroleum) 5% og henda luttøkan fer at seta krøv til føroyska oljufelagið uppá í minsta lagi 500 mill. kr. Tá er hetta roknað út frá eini samlaðari útbygging uppá 10 milliardir kr, sum eitt felt av eini hóskandi stødd er mett til at kosta.
Fyri at avmarka leitivágan hevur føroyska oljufelagið í dag tvs. undan leitingini 0,1% lut í loyvinum. Tvs. at felagið hevur sum er bert 0,1% av útreiðslunum. Verður einki funnið, so verður luturin óbroyttur. Men verður fund gjørt, so hevur felagið eina optión til at kunna eiga 5%. Sosialurin skilur, at hetta er ein sera góð avtala fyri føroyska felagið.
Vilhelm Petersen sigur, at teir hava alla tíðina havt sum mál at brynja seg út til stóru avbjóðingina, sum liggur fyri framman. Frá byrjan legði man upp fyri væl og virðiliga at kunna luttaka í einum leitiskeiði og við hesi broytingini ger tú tað fyri at kunna luttaka í eini útbygging.
Í dag eru komin stór virði inn í felagið nú tað er við í einum loyvi. Nýggj partabrøv verða tí ikki til kurs 100 men væl meira enn tað.
Vilhelm Petersen, stjóri sigur, at tað framvegis er ein treyt, at eingin einstakur íleggjari kann eiga meira enn 20% av felagnum. Tað vísir seg at vera stórur áhugi í útlandinum fyri at tekna partapening í felagnum og dylur stjórin heldur ikki fyri, at tað við seinastu tekning vóru nógvir føroyingar, sum búgva í øðrum londum, ið fegnir vildu keypa partabrøv men hvat lógin forðaði teimum í tí. Nú verður tað so broytt. Haraftrat verður so eingin avmarking í sambandi við sølu av hesum partabrøvum.
Menna felagið
Atlantic Petroleum er eitt lutvíst ungt felag í eini fyri okkum føroyingar fullkomiligari nýggjari vinnu. Tí má alt byggjast upp frá botni av. Og tað er nettupp tað, sum Atlantic Petroleum er í ferð við. Byrjað varð í smáum og verður nú bygt upp ein organisatión, sum skal vera uppá pláss, tá og um olja verður funnin. Herfyri varð Sigurð í Jákupsstovu settur at arbeiða við tøkniligum spurningum. Hann er serfrøðingur á reservoirøkinum og hevur drúgvar royndir frá útlandinum. Tað merkir, at hann kemur at tilføra felagnum týðandi vitan og royndir. Harumframt hevur felagið ein búskaparfrøðing. Tað er stjórin sjálvur. Og sum triði partur í hesum enn lítla teami kemur Mike Welland, sum hevur ábyrgdina av tí jarðfrøðiliga partinum. Hann kann eisini tilføra felagnum nógv, tí hann hevur alt sítt lív arbeitt í altjóða oljuheiminum, seinastu árini sum leitingarstjóri hjá oljufelagnum Lasmo.
Vilhelm Petersen sigur, at umframt at vera virkið á Føroyaøkinum eisini hevur fylgt við møguleikum aðrastaðni í verðini. Endamálið hjá felagnum er eisini at kunna víðka sítt virksemi til onnur øki í heiminum, har olja er funnin ella har leitað verður eftir olju. Sosialurin skilur, at felagið hevur fatur í onkrum áhugaverdum endum.