Mikukvøldið 26. mars kl. 19.30 fara føroyska kórið Tarira og estiska kórið Orthodox Singers at framføra verk saman og hvør í sær í Vesturkirkjuni Herfyri varð samstarv fingið í lag millum føroyska kórið Tarira og estiska kórið, Orthodox Singers. Síðani hevur verið arbeitt fram ímóti einari felags konsert, sum verður í annaðkvøld. Orthodox Singers er mannað av 8 yrkissangarum og varð stovnað í 1989. Kórið verður mett sum eitt hitt mætasta yrkiskórið í Estlandi og hevur vunnið fleiri virðislønir og altjóða kappingar. Kórið hevur serliga lagt seg eftir at syngja siðbundnan estiskan og russikan tónleik (chants) men framførir eisini nýggjan tónleik. Orthodox Singers luttaka javnan á altjóða festivalum og ferðast kring heimin við serstaka kórsangi sínum. Harumframt hevur kórið útgivið 8 fløgur. Í mars mánað gongur leiðin til Danmarkar.
Konsertskráin verður eitt bland av kórtónleiki úr Ruslandi, Estlandi, og Onglandi, sum hvørt kórið sær framførir. Eisini syngja kórini tvey verk saman; eitt verk eftir Sunleif Rasmussen og eitt eftir Sergei Rachmaninov.
Konsertin í Vesturkirkjuni er ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu eftir konsertina.
Stuðlað konsertini hava Norðurlandahúsið, Mentanargrunnur Landsins og Vesturkirkjan.
Meira kunning um kórini fær ein á heimasíðum teirra; www.orthodoxsingers.com og www.tarira.fo / www.myspace.com/tarirakor