Føroyskt mix av Boney M sangum

DJ Eddy hevur gjørt eitt bland av kendum sangum hjá Boney M. Hetta bland skal nú royna seg á 15 teimum bestu

Um slakar tvær vikur fer disco-bólkurin Boney M at spæla á konsert í Fuglafirði. Bólkurin er eisini aktuellur á annan hátt, tí leygardagin var eitt føroyskt mix av sangum hjá Boney M eykalag á 15 teimum bestu.
Tað er føroyski DJ Eddy, sum hevur sett nøkur av kendu sangunum hjá Boney saman. Hann kallar tað Boney M Retro Megamix. Næsta leygarkvøld fæst at síggja, um føroyski ungdómurin er fallin fyri blandinum hjá DJ Eddy.
Forsølan av atgongumerkjum til konsertina við Boney M er nú byrjað.