Klaksvíkar Svimjihøll hevur verið karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016. Tað er føroyameistarastevnan fyri allar aldursbólkar upp til gentur, ið eru 17 og dreingir, sum eru 18 ára gamlir.
Í megnaði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag at seta nýtt føroyskt met í 800 metra frí við tíðini 8:54.23. Tað umframt nýtt føroyskt met eisini juniormet. Sára Ryggshamar Nysted átti føroyska metið á 8:55.42 frá HS stevnu í apríl mánaða.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdi eisini um seg í Danish Open farna vikuskiftið, tá hon vann bronsu og setti føroyskt met í 1.500 metra frí.