Føroyskt met

Greinin er partur av eini greinarøð:

Sum ein føroysk bygd
Fakta
Ongin einsamallur
Føroyskt Met
Orginalur frá Harvard

- Eg trúgvi ikki, at tað er nakar bygningur, sum er bydgur so skjótt, og sum er so kompliseraður, sigur Jóannes Niclassen, sum er høvuðsentreprenørur aftanfyri bygningin hjá Froya Tele.
Tað tók 17 mánaðir at byggja nýggja Føroya Tele høvuðssæti. Tann 28. november 2002 varð partnering-avtala gjørd við Føroya Tele, og síðani tað hevur tað gingið sum fótur í hosu. Tann 27. februar í fjør varð fyrsta kubikkið stoypt.
- Streyka var í ein heilan mánað. Tann mánaðin brúktu vit upp á at broyta ætlanirnar, soleiðis at tíðir vórðu avsettar til hvørt einstakt element. Tú visti, at tann dagin skuldi tú náa eitt ávíst mál, og næsta dagin skuldi eitt annað mál náast, sigur Jóannes Niclassen.
- Vit hava eitt yvirlit yvir allar entreprenørar, sum vísir, hvussu langt teir eru komnir. Farvukodir eru á, soleiðis at teir vita, hvar teir eru í mun til tíðarætlanina. Er tað grønt, so fylgja teir ætlanini; er tað gult, so vóru teir í vanda; og varð reytt, so vóru teir aftanfyri tíðarætlanina. Og tað er klárt, at hetta hevur eina sálarliga ávirkan á teir ? ongin vil hava reytt, sigur Jóannes Niclassen.