Belgiski tónleikaheimurin hevur valt, at Boys in a Band, Gestir, ORCA og Budam skulu umboða føroyskan tónleik á mentanarátaki í Brússel. Leygardagin 3. mai skipar Sendistova Føroya í Brússel saman við SamVit, Norðurlandahúsinum/AME fyri einum føroyskum mentanarátaki í Brússel. Ætlanin er at marknaðarføra føroyskan tónleik og list. Til høvið hevur Sendistovan í Brússel fingið í boðið at nýta Beurs Schouwburg, ið er eldsta, og eitt hitt kendasta mentanarhúsið/spælistaðið í Brússel.
Stórur áhugi er í løtuni í Belgiu fyri rákinum innan tónleik í norðurlondum. Hetta sæst m.a. í stóru undirtøkuni og teimum úrslitum, ið danska tónleikatiltakið ?Spot on Denmark?, sum varð hildið í Brússel november, fekk. Í kjalarvørinum av hesum tiltakinum fingu donsku bólkarnir fleiri konsert- og festivaltilboð, umframt at nøkur eisini fingu plátusáttmála við belgisk plátufeløg. Nevnast kann í hesum viðfangi, at Belgia hýsir eina ørgrynnu av tónleikafestivalum, er triðfremsta tjóð í Evropa hesum viðvíkjandi.
Tískil er upplagt, at føroyski tónleikaumhvørvið ger sær dælt av hesum rákinum og sambært tónleikakønum í Belgia skuldu møguleikarnir fyri, at ein ella fleiri føroyskir tónleikabólkar fáa festival- og konserttilboð, møguliga plátusáttmála, í Belgiu verið til staðar.
Tá ið belgisku atkvøðurnar um, hvørjir føroyskir bólkar skuldu upptraðka, vóru taldar, varð greitt, at undirtøkan var størst fyri Boys in a Band, Gestir, ORCA og Budam.
Umframt tónleikin er ætlanin eisini at sýna fram aðra føroyska listarliga framleiðslu á tiltakinum.









