Føroyskt mentanartiltak í Berlin

Uttanríkisráðið skipar fyri einum tónleika- og mentanartiltaki í Berlin í døgunum 8-10. september. Berlin er vertur fyri stóru altjóða tónleikamessuni Popkomm um sama mundið, og føroyska tiltakið verður framt í samstarvi við Popkomm.

Uttanríkisráðið sigur í tíðindaskrivi, at áhugin í útheiminum fyri føroyskum tónleiki og sniðgeving - og Føroyum sum heild - hevur verið vaksandi seinastu árini. Í hesum sambandi eru Berlin, og Týskland annars, áhugaverdir marknaðir. Umframt at vera ein av høvuðsmarknaðunum hjá føroysku ferðavinnuni, verður Týskland mett at vera ein áhugaverdur marknaður, tá tað snýr seg um tónleikaútflutning og útflutning av øðrum skapandi vinnum. Føroyar hava tann fyrimun, at norðurlendska og skandinaviska brandið er sterkt, og norðurlendskar vørur - í breiðum týdningi - verða mettar at vera áhugaverdar í Berlin í løtuni. Tí ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt.

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á, at Føroyar eru til, og somuleiðis at fremja útflutning av tónleiki og øðrum kreativum vinnum. Hetta verður gjørt við at skipa fyri einum forvitnisligum tiltaki í PercussionArtCenter, sum liggur nærhendis messuna. Staðið verður gjørt um til eina føroyska oyggj, har fólk kunnu koma inn á gólvið at njóta tónleik, myndlist, filmslist, sniðgeving og føroyskar bókmentir, sum eru týddar til týskt. Tey vitjandi fáa eisini høvið at smakka føroyskan mat og drekka. Harumframt verður eisini kunnað um møguleikarnar hjá ferðafólki at vitja Føroyar.

Budam og The Ghost fara at spæla dagliga fyri gestunum. Barbara í Gongini og Guðrun & Guðrun sýna teirra snið fram. Katrin Ottarsdóttir, Heiðrik av Heygum, Barbara í Gongini, Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir sýna filmslist, meðan Edward Fuglø og Hansina Iversen sýna fram myndlist.

Tiltakið byrjar mikukvøldið við eini móttøku fyri innbodnum fjølmiðlum og umboðum fyri tónleika- og skapandi vinnu, har eisini umboð fyri føroyska tónleikavinnu luttaka, m.a. umboð fyri Tutl, og Norðurlandahúsið, sum er samstarvspartur í verkætlanini.