Føroyskt mótadesign í Norðurlandahúsinum

Á Listastevnu Føroya 2002, sum verður sett komandi leygardag, fáa fólk eisini høvi til at síggja tað nýggjasta nýggja innan føroyskan móta

Listastevnan 2002
Ragnhild Ellingsgaard

Gjøgnum seinastu tíðini hevur føroyskt mótadesign vundið alt meir uppá seg. Vit hoyra og lesa um føroyskar sniðgevarar, og onkur er enntá farin undir at tilvirka klæðir úr føroyskum tilfeingi.
Á Listastevnu Føroya 2002 verður so høvi til hjá tær og mær at síggja okkurt av hesum føroyska mótadesignum, sum tað eisini verður kallað.
Seks føroyskir sniðgevarar fara at viðvirka á stevnuni, og koma tey at vísa fram ymiskt av tí, ið tey sjálvi hava tilvirkað.

Handisligt til avantgarde
Skipað verður fyri eini mótasýning við føroyskum modellum tann 3. august klokkan 14.00, samstundis sum Listastevna Føroya 2002 verður sett í Norðurlandahúsinum. Her verður høvi hjá øllum at síggja hesu føroyskt tilevnaðu plaggini.
Í tíðindaskrivi frá Listastevnuni stendur at lesa, at hetta verður tað besta av føroyskum mótadesigni júst nú. Millum tilfarið, ið sýnt verður fram, finna vit skinn av kópi og haru, ull og chiffon, og eisini verður okkurt bert lær at hóma.
Hetta skuldi uttan iva boðað frá góðum, og spennandi verður at vita, hvat teir føroysku sniðgevararnir hava funnið uppá.
Teir seks sniðgevararnir, ið verða við á stevnuni, eru Inga Maria Vang, Guðrun Ludvig, Borgny Patursson, Elisabeth Kruse, Barbara í Gongini og navnframi Ova.
Klæðini, sum tey fara at vísa okkum, spenna heilt frá tí handisliga til heldur meir avantgarde.
Inga Maria Vang fer at vísa okkum ?street fashion?-klæði, sum hon hevur fingið íblástur til gjøgnum ungdómar og hip-hop mentanina í stórbýum.
Guðrun Ludvig vísir okkum tilfar, sum er evnað til úr ull og skinni, sum hon sjálv hevur evnað til úr seyðaskinni og føroyskari ull.
Borgny Patursson sýnir fram tilfar, tilevnað úr kópaskinni og ull, umframt at hon eisini hevur mannfólkaklæði at vísa fram.
Elisabeth Kruse fer at vísa fram tilfar, sum er evnað til úr haruskinni, sum er fingið til vega í Føroyum, men tilevnað í Danmark.
Barbara í Gongini arbeiðir við sniðgeving í konseptuellum høpi. Visuelt arbeiðir hon við sniði á ymsum støði, soleiðis at eitt upprunaligt skap støðugt verður umskapað.
Við á framsýningini verður eisini navnframi Ova, sum fer at sýna fram eina installatión, ið byggir á tað tvítýdda. Vit fáa gjøgnum ull innlit í reivverur, og verða fýra lutir partar av framsýningini. Tann eini luturin letur seg upp og fer í tvey, og umbroytist síðani til tvær sjálvstøðugar verur. Hinir lutirnir reika runt um upprunan, sum lutvíst er lívrunnin og ólívrunnin.
Høvi verður eisini til at síggja pløggini eftir mótasýningina í Norðurlandahúsinum, tí frá 5. august fara hesir seks sniðgevararnir at sýna fram verk teirra í Mullers Pakkhúsi í Havn.