Hvør skuldi trúð tí, at málstríð í Føroyum kann koma tvørt fyri hjá týskarum í Danmark?
Men tað er altso hent, nú danir ætlar at seta eina evropiska avtalu um mál í gildi í Danmark. Eftir avtaluni skulu føroyskt, grønlendskt og týskt í Danmark viðurkennast sum landspartamál, ella minnilutamál.
Men hetta hevur fingið føroyingar at seta føtur í spenni. Tí vit vilja ikki góðkata, at føroyskt verður viðurkent sum minnilutamál ella landspartamál í Føroyum, tí tað er sjálvsagt, at her er føroyskt høvuðsmálið.
Av tí sama hava føroyingar sett seg ímóti, at danska stjørnin lýsir sáttmálan at fáa gildi í Danmark. Og tað stutta av tí langa er, at hetta hevur ført til, at málið er útsett.
Men hetta kemur tvørt fyri hjá týskarum í Danmark, tí teir vilja fegnir hava týskt viðurkent sum eitt, og teir halda tað vera órímiligt, at føroyingar skulu forða fyri, at teir fáa síni rættindi í Danmark.
Týski minnilutin í Danmark hevur mett málið í so stórum álvara, at í farnu viku sendu teir eitt umboð líka til Føroyar at hitta Anfinn Kallsberg, løgmann, í eini roynd at fáa gongd aftur á málið.
Men tað var ein vælnøgdur Siegfried Matlok som kom aftur av fundi við løgmann á miðdgi hósdagin.
Hann skilir væl okkara støðu. Men fyri týska minnilutan í Danmark er tað umráðandi at fáa málið loyst og tí kom hann higar at greiða frá sínum sjónarmiðjum.
Og tað, sum Siegfried Matlok vildi tryggja sær, var m.a., at føroyingar ikki ætlaðu at forða fyri eini loysn á málinum líka inntil alt fullveldismálið var avgreitt.
Men eftir fundin við løgmann er hann meiri bjartskygdur.
Siegried Matlok, sum er leiðari á skrivstovuni hjá týska minnilutan hjá donsku stjørnini og danska fólkatinginum, sigur, at løgmaður vissaði hann um, at føroyingar hava ongan áhuga í at forða týska minnilutanum í Danmark í at fáa síni rættindi.
?Løgmaður hevur lovað mær, at føroyingar fara ikki at forða fyri eini loysn, áðrenn fólkatingsárið er liðugt, sigur Siegfried Matlok.
? Men samstundis segði løgmaður eisini, at tað er umráðandi, at føroyingar finna eina loysn á málstríðnum saman við donsku stjørnini, sum bar í sær, at føroyska málið ikki misti tign.
Løgmaður helt, at hetta kundi gerast við einum uppískoyti til málsáttmálan og tað vónaði hann, at semja kundi fáast við donsku stjørnina um skjótt.
Men tað er greitt fyri allar partar, at skal málið loysast nú, hevur tað skund. Tí seinasta freist at leggja mál fyri løgtingið í hesum umfarið, er 5. mars, og kemur uppskotið ikki á borðið áðrenn tað, verður málið heldur ikki loyst enn.
Sigfried Matlok og løgmaður blivu tískil samdir um, at royna at skunda undir donsku stjørnina at finna eina orðing, sum bæði virdi sjónarmiðini hjá føroyingum og týska minnilutanum í Danmark.
Hann heldur, at avtalan skal setast í verk nú, tí hon er gjørd í 1992 og er sostatt átta ára gomul, uttan at hon er sett í gildi enn.