Føroyskt mál rakk ikki til stig

Tað tykist alsamt meira ósannlíkt, at føroyingafelagið Vendsyssel flytur upp í Superligaina í komandi kappingarári.

Áðrenn seinna helvt byrjaði av danska fótbóltskappingarárinum tyktist tað at vera sannlíkt, at Vendsyssel, sum hevur tríggjar føroyskar landsliðsleikarar í hópinum, skuldi spæla í donsku Superligaini í komandi kappingarári. Tá ið næstbesta, danska fótbóltsdeildin fór í vetrarsteðg var Vendsyssel nevniliga á uppflytingarplássi. Men nú er vent í holuni, og tað hevur gingið av skriðuni hjá Vendsyssel í seinnu helvt av kappingarárinum. 

 

Undan dagsins dysti hevði Vendsyssel bert ognað sær tvey stig í teimum seinastu seks dystunum. Dagsins mótstøðulið var Skive, ið liggur í tyngra endanum av deildini.

 

Tað eydnaðist eiheldur Vendsyssel at vinna fyrsta kappingarsigurin í 2016 í dag, tí at Skive vann dystin 2-1. René Shaki Joensen javnaði annars til 1-1, men føroyska málið rakk ikki til stig á hesum sinni.

 

Brandur Hendriksson var ikki við orsakað av leikbanni, meðan René Shaki Joensen og Hallur Hansson báðir spældu fullan dyst.

 

Úrslitið merkir, at Vendsyssel hevur sjey stig upp til Silkeborg, sum er nummar trý í deildini og harvið á uppflytingarplássi. Tó hevur Vendsyssel spælt ein dyst færri enn Silkeborg, og tískil er framvegis eitt slag av vón fyri framman hjá Vendsyssel í strembanini at spæla í fremstu deildini í Danmark, Superligaina.