Føroyskt øl til flottasta ølbúkin

Danska Ekstra-Blaðið vil nú finna flottasta ølbúkin í Danmark.

Átakið hjá Ekstra-Blaðnum verður gjørt, nú altjóða heilsuvika er fyri mannfólk. Snøgt sagt, so heldur blaðið, at tað er nakað tvætl, at menn skulu eta minni kjøt, drekka minni øl, røra seg meira og viga minni. Í myndakapping verður tí roynt at finna vakrasta ølbúkin í ríkinum, og vinningurin er frá Føroya Bjór. Haðani lata tey nevnliga ein eftirgjørdan ølbúk, sum er fyltur við øl. Til ber at tekna seg til kappingina umvegis heimasíðuna, www.eb.dk.