Føroyskt kvøld í Parkini

Leygardagin 3 .mars verður Lions And Barrels karmur um eitt stórt føroyskt tónleikatiltak í Keypmannahavn. Lions And Barrels er eitt mat- og skeinkistað í Parkini í Keypmannahavn.

 

Stanley Samuelsen, sum flest okkara kenna sera væl, skal framføra hetta kvøldið í Lions and Barrels.Føroyski gittarleikarin, sangarin, sangskrivarin og yrkjarin Stanley Samuelsen hevur, síðan hann gav út fyrstu fløguna við yrkingum eftir Janus Djurhuus, verið fagnaður og viðurkendur fyri sítt inniliga og meistarliga gittarspæl og vøkru sangir. Stanley hevur røtur heilt aftur í 60’ini við Silly Boys úr Fuglafirði, men tað er serliga tað hann hevur latið frá sær seinnu árini, sum hevur fingið føroyingar at tikið stillføra fuglfirðingin til sín av nýggjum.

 

Eisini verður Eivør Pálsdáttir við hetta kvøldið. Megnar songkvinnan úr Gøtu hevur rúnarbundið áhoyrarar við sínum spennandi løgum, ið eru útkomin á ymsum útgávum nógvu seinastu árini.Eivør framførdi fyri stuttum til hátíðarhaldið hjá Drotningini í samband við hennara 40 ára dag.

 

Jens Marni Hansen er eisini á skránni hetta kvøldið, og siga fyrireikarar, at hann við sínum vælsvingandi og fangandi tónum hevur prógvað, at hann megnar at fáa áhoyrarar og tónleik upp í eina hægri eind

 

Eisini trínur Mike Antony Charles Johannesen – ella DJ Afrokid – á pallin hetta kvøldið.

 

Dyrnar lata upp kl. 20.00

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.