Matvøra
Síðan MBM-Kjøt gavst við sínum sláturvirksemi í Hósvík fyri skjótt fleiri árum síðan, hevur einki góðkent sláturhús til seyð og neyt verið í Føroyum.
Avleiðingin av hesum er, at einki føroyskt seyða-ella neytakjøt verður selt lógliga í føroysku handilsdiskunum, ei heldur á føroysku matstovunum. Enn minni verður føroyskt kjøt útflutt.
Føroyskt kjøt í handlum ella borðreitt á matstovum lýkur tí ikki tær ásetingar, sum eru galdandi í matvørulógini.
Matvøruvirki í Føroyum, sum virka sambært galdandi ásetingum, hava tí heldur einki føroyskt kjøt við í sínum útboði, hvørki seyða-ella neytakjøt.
Øll framleiðsla av viðskera, sum hesi virki standa fyri, verður tí eisini virkað úr innfluttum kjøti.
Durasøla lóglig
Alt hetta merkir tó ikki, at føroyskir seyða-og neytabóndur ikki kunnu selja sína kjøtframleiðslu.
Durasøla, sum hon verður rópt, er ikki ólóglig. Bóndur kunnu selja kjøt til síni viðskiftafólk og onnur, ið ynskja sær føroyskt kjøt, bæði seyða-og neytakjøt. Tá er hetta í fyrsta lagi ein spurningur millum seljara og keypara. Tú kennur bóndan og hevur álit á, at hansara vøra er í lagi. Hetta er soleiðis eisini ein spurningur um álit.
Um so er, at kjøtið, sum brúkarin keypir, ikki er í lagi, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftir áheitan taka málið upp til kanningar.
Annars hevur vanlig durasøla av føroyskum kjøti sambært galdandi ásetingum einki við matvørumyndugleikarnar at gera.
Eingin søla
Tað eru fólk, sum um heystarnar bjóða sær at fletta seyð fyri bóndur, og tað eru fólk, sum hava skorið neytafjórðingar fyri bóndur.
Í slíkum føri er vanligt, at tann, sum eigur kjøtið, kemur eftir tí aftur.
Niðurstøðan er, at tó at Føroyar í øldir hava borið seyð og neyt, kann føroyskt seyða-og neytakjøt í 2009 ikki keypast sambært galdandi ásetingum í føroysku handilsdiskunum, føroyskt kjøt kann ikki borðreiðast á føroyskum matstovum, og føroyskt kjøt kann ikki nýtast sum rávøra í framleiðslu av føroyskum viðskera og seljast í handlunum.