Í ár verður túsundárahaldið í samband við kristniboðanina hildið, og tí er tað kanska ikki meiri enn rímiligt at roynt verður at framføra eitt slíkt kórverk eisini í árinum 2000.
Nú verður so kannað, um tað man liggja fyri hjá meginpartinum av sangarunum, ið sungu við í fjør, eisini at syngja við í ár. Skuldu aðrir kórsangarar havt hug at verið við, eru teir hjartaliga vælkomnir.










