Tað er næstan vorðið ein vani, men stoltleikin í Klaksvík man kortini vera hin sami hvørjaferð.
Tá áhugafelagið, Vestjysk Ølkultur, fyri stuttum hevði sína árligu blindsmakking av jólabryggi, var Føroya Bjór millum luttakandi sløgini. Og aftur í ár var tað ølið úr Klaksvík, sum fekk besta skoðsmálið.
Av teimum átta merkjunum í floki 1 og 2 fekk jólabryggið hjá Føroya Bjór flestu atkvøðurnar, og einki er at ivast í, at limirnir í ølklubbanum av álvara hava tikið føroyska ølið til sín. Á heimasíðu teirra renna vitjandi seg soleiðis beint í eina lýsing, har felagið bjóðar seg til at bíleggja føroyskt øl til teirra, sum vilja royna hetta. Og hóast prísirnir eru nakað hægri enn tað, sum danir eru vanir við, so man tað ganga so hampuliga væl við søluni kortini.
Heimasíðan hjá felagnum er annars www.vko.dk, á henni ber til at síggja úrslitið av seinastu royndarsmakkingini, eins og øl-tíðindi av ymsum slag eru at lesa.










