Føroyskt Irak

Danski uttanríkisráðharrin heldur tað vera upplagt, at føroyskar fyritøkur luttaka í endurbyggingini av Irak

VITJAN

Eg haldi tað vera upplagt, at føroyskar fyritøkur, í tann mun tað er møguligt, eisini eru við í arbeiðinum at endurbyggja Irak.
Soleiðis segði danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, á tíðindafundi í sambandi við vitjan sína í Føroyum.
Uttanríkisráðharrin greiddi frá, at danir hava fingið til uppgáva at standa fyri einum parti av uppbyggingini av Irak. Í tí sambandi var danska vinnulívið farið í holt við at finna hóskandi fyritøkur. Og hesi kunnu væl hugsandi eisini vera føroyskar, segði Per Stig Møller.
Hann legði eina við, at tað vera tey bestu og bíligastu tilboðini, ið verða vald út, og føroyinar fáa ongar sersømdir.

Ynski úr Føroyum
Ynski um at føroyskar fyritøkur kunnu gera seg galdandi í Irak kemur úr Føroyum. Tað var Vinnumálaráðið, ið nevndi hetta fyri Vinnuhúsinum, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Síðani hevur Vinnuhúsið arbeitt eitt sindur við málinum og hava tosað við føroyskar fyritøkur. Og áhugi er til staðar.
?Ordrabøkurnar eru ikki so fullar nú, sum tær hava verið. Harumframt er tað oftani trupult at gera seg galdandi uttanlandst, uttan at tú hevur okkurt at vísa, sigur Jan Mortensen.
Tískil kann tað gerast sera áhugavert hjá føroyskum fyritøkum at royna nýggjar leiðir við hesum.
Men talan er ikki um nakað konkret.

Sæð aðrastaðni
Jan Mortensen sigur, at danir hava gjørt nógv við at lata menningarhjálp, og hetta verður ofta kombinerað við, at danskar fyritøkur loysa uppgávur í hesum londum. Og hesin leisturin er ein, ið Jan Mortensen fegin sær fyri sær í Føroyum eisini.
Í brævi til Vinnumálaráðið sigur Vinnuhúsið, at teir av fullum huga taka undir við møguleikanum, at víðka menningarhjálpina og lata føroyskar fyritøkur taka lut í uppbyggingararbeiðinum.
?Tað er ikki vist, at tað verður Irak, men tað eru so nógv onnur støð, har uppbyggingararbeiðið skal gerast, og tað hevði verið skilagott, at føroysk menningarhjálpt og føroyskar fyritøkur eru við, sigur Jan Mortensen.

Skapa møguleikar
Arbeiðið, ið føroyingar fáa møguleikan at taka lut í Irak, verður mest entrepenørarbeiði. Jón Danielsen, stjóri í Articon, sigur, at teir ikki hava viðgjørt hetta konkret, men tað er ein upplagdur møguleiki.
?Fyrst mugu møguleikarnir skapast, og so fáa vit at síggja, sigur Jón Danielsen, sum heldur, at føroyskar fyritøkur áður hava víst, at tær kunnu standa seg uttanlands.