Føroyskt HM-silvur

Katrin Olsen og bátsfelagarnir á danska fýraranum vunnu sunnunáttina silvur í HM-kappingini

Kappróður

Tað er neyvan at taka ov rívan til, tá sagt verður, at Katrin Olsen nú hevur skrivað bæði føroyska og danska róðrarsøgu.
Sunnunáttina var hon partur av danska fýraranum, tá HM-finalurnar vóru á skránni. Her varð undan finaluni roknað við, at dysturin fyrst og fremst fór at standa millum donsku og kanadisku manningina, og soleiðis bleiv eisini. Fyrsta teinin gekst tó einki serligt hjá Katrin og teimum, men tær megnaðu tó spakuliga at rógva seg upp. So hvørt sum metratalið øktist, gjørdist fjarstøðan millum fremstu bátarnar styttri og styttri, men tað eydnaðist tó ikki at taka kanadisku manningina.
Hóast vónin sjálvandi var at vinna gull, so er eingin ivi um, at nøgdsemið um danska avrikið er sera stórt. Meðan donsku menninir hava fingið sær heitið, gull-fýrarin, so er hetta nevnliga fyrsta ferðin, at donsku kvinnurnar hava vunnið heiðursmerki í hesum bólkinum.
Umframt Katrin, var Sigrid Svartá eisini partur av manningini. Hon var við í Japan sum eykarógvari á bátinum, og tó at hon ikki kom í part í finalurógvingini, so eigur hon sum slíkur eisini sín lut í arbeiðinum, sum liggur handan søguligu heiðursmerkini.
Úrslitið í finaluni varð annars hetta:
1Kanada6.19,87
2Danmark6.20,69
3Bretland6.22,49
4Frakland6.26,71
5Holland6.27,90
6Japan6.31,53