Føroyskt Hetlendskt Vinafelag havt aðalfund

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag hevði aðalfund 11. februar 2009. Á skránni var formansfrágreiðing, gjøgnumgongd av roknskapi og nevndarval. Á fundinum varð eisini umrøða av vánaliga ferðasambandinum millum Hetland og Føroyar.

Í nevndini hjá Føroyskt Hetlendskt Vinafelag sita nú Erhard Jacobsen, formaður, Sigrun Joensen, næstformaður, Eyrith Guttesen Leyni, kassameistari, Jóhan Hendrik W. Poulsen og Maria Dalsgarð, nevndarlimir. Julieth Johannesen er eykalimur, og Tryggvi Sondum er grannskoðari.


Nýggja nevndin var samd um at senda skriv til Smyril Line, har felagið harmast, at Norrøna ikki longur leggur inn í Hetlandi. Í skrivinum vísir nevndin á, at tað heilt frá gamlari tíð hevur verið nógv samband millum Føroyar og Hetland, bæði politiskt, vinnuligt, ítróttaligt og mentanarligt, og vanliga hevur eisini verið regluligt ferðasamband millum londini bæði. Henda avgerð hjá Smyril Line at taka Hetland úr ferðaskránni ger sítt til at slíta tað góða og gevandi sambandið, sum er millum nógvar føroyingar og hetlendingar. Hetland er ein av okkara grannatjóðum, sum er áhugavert ferðamannaland, við ríkari søgu, náttúru og mentan. Óhugsandi er heldur ikki, at eitt gott ferðasamband kundi verið støði undir meira víðfevndum samstarvi millum londini. Nevndin heitir tí á Smyril Line at umhugsa aftur at gera nakrar ferðir til Hetlands í øllum førum av og á.


Føroyskt Hetlendskt Vinafelag fer til heystar at hava kunnandi fundir um Hetland og sambandið millum Føroyar og Hetland. Ætlanin er so komandi ár at skipa fyri ferðum til Hetlands og kanska eisini at royna at fáa hetlendingar at koma hendanvegin. Felagið fer í hesum sambandi at venda sær til onnur feløg, sum ivaleyst hava áhuga at ferðast í Hetlandi.

Ætlanin er eisini at felagið fær sær heimasíðu við kunnandi tilfari um Hetland og við felagstíðindum.


Føroyskt Hetlendskt Vinafelag vil fegin at meira lív kemur í felagið, og at fleiri fara at fáa áhuga fyri vinalagnum millum føroyingar og hetlendingar.

Nýggir limir kunnu tekna seg hjá formanninum Erhard Jacobsen, tel. 22 73 73 ella við telduposti til erhard@kallnet.fo.