Føroyskt hagagrót í Danmark

Jackie Joensen hevur drúgvar royndir við grótlaðing í Føroyum. Nú laðar hann garð við føroyskum hagagróti við summarhús síni uttan fyri Ålborg. - Hetta er føroyskt hagagrót, sum er hentað ymsastaðni í Føroyum. Meginpartin havi eg samlað saman við mínum góða vini, Ludvík Petersen. Eg havi fingið stóra hjálp, og tí hevur hetta latið seg gera. Grótið havi eg fingið til Danmarkar við viðfestivogni yvir nokso langa tíð. Nú havi eg so mikið av gróti, at eg kann fara í gongd.

Tað segði Jackie Joensen, tá Portalurin hitti hann og unnustu hansara, Elisabeth, í summarhúsunum uttanfyri Ålborg í síðstu viku.

Sjálvur væntar Jackie at verða komin langt við laðingararbeiðnum, tá summarið fer at halla.

- Men hetta krevur í hvussu er, at tú hongur í tær løturnar, tú ert her niðri, leggur hann aftrat.

Spurdur, hvussu tað verður at laða niður yvir bleyta undirlendið í Danmark, vísir hann á, at hann fyrst hevur grivið sær eina grøv, og síðan fer hann at leggja nakrar jarnstengur niður í betong.

- Síðan laði eg garðin oman á fundamentið, og eg vænti, at hetta fer at rigga væl.

Innan fyri grótgarðin, sum ikki verður serliga høgur, ætlar Jackie at hava onkrar vanligar flísar.

- Eg fái stóra hjálp frá unnustuni hjá mær ? og mínari komandi konu. Hon er ógvuliga kreativ og hevur stóran áhuga fyri hesum, sum vit nú eru farin undir, sigur hann.

Jackie og Elisabeth gingu saman í hjúnarlag í ráðhúsinum í Ålborg seinasta fríggjadag.

- Tá vit eru gift, ætli eg mær at fáa mær eftirnavnið hjá konu míni, segði Jackie, tá Portalurin hitti hann í summarhúsunum uttan fyri Ålborg í síðstu viku.