Føroyskt hæddarlop

Føroyski sigurin móti Litava gjørdi av álvara mun á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar lupu nevnliga 41 pláss uppeftir á listanum, soleiðis at vit nú eru nummar 122. Eisini í europiskum høpi munaði hetta væl, tí nú eru bæðí Malta og Luxemburg farin aftur um Føroyar. Ovasta landið á listanum er annars Brasil. Spania er nummar tvey og Holland er nummar trý.