Í hesum døgum leggur Føroya Grótvirki í Skopun seinastu hond á framleiðsluna av nøkrum hápoleraðum borðplátum úr føroyskum basalti, sum skulu sendast niður til Spania. Hesar borðplátur skulu umborð á tveir trolarar, sum grønlendingar lata byggja í Spania.
Borðplátur úr basalti er ein av framleiðslunum á virkinum í Skopun, og har hava teir gjørt nógvar slíkar, sum eru seldar runt um landið. Men, at føroyskt basalt endar umborð á útlendskum nýbygningum er meira serstakt.
Brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, sum eiga og reka Føroya Grótvirki, eru sera fegnir um at hava fingið eina slíka bílegging.
Virksemið her heima í Føroyum hevur verið so nógv, at brøðurnir higartil ikki hava gjørt nakað fyri at marknaðarføra føroyska basaltið uttanlands. Men, nú tað vísir seg, at hápoleraða føroyska basaltið eisini verður eftirspurt uttan fyri landoddarnar.
- Tað hevur nevniliga víst seg, at føroyingar hava tikið so mikið væl ímóti okkara virki og framleiðslu, at vit hava havt nóg mikið við at nøkta tørvin á føroyska marknaðinum, sigur Heini Tausen við In.fo.










