Føroyskt grót til føroyska marknaðin

Tað vóru kanska ikki mong, ið hugsaðu um tað, tá drotningahjúnini fyrr í summar løgdu sjálvan grundarsteinin við nýggju kirkjuna í Hoyvík. Men hesin steinurin var ein 100 prosent føroysk framleiðsla úr føroyskum haga, framleiddur á føroyskum virki til eina føroyska kirkju.

Skopun: Enn lívir gamalt føroyskt grót.
Soleiðis verður sungið í vælkendum sangi. Men fyri nakrar virkisfúsar menn í Skopun er hetta nú vorðin álvari.
Teir hava fyri stuttum sett á stovn eitt virki, ið skal framleiða grót til tann føroyska marknaðin og helst eisini tann útlendska við.
- Ja, vit vóna at kunna útflyta grót frá okkum. Men vit mugu samstundis bara ásanna, at tað er sera kostnaðarmikið at útflyta slíkt, sigur Høgni Tausen, dagligur leiðari.
Á hesum virkinum fara teir m.a. at leggja seg eftir at gera húsaklædning úr gróti, og tí gevur henda sangreglan eisini eina meining fyri virkið og framtíðina hjá tí.
Tveir mans arbeiða í løtuni á virkinum, sum er væl útgjørt við góðum og heilautomatiskum maskinum, sum gera tað mesta av arbeiðinum.
Og grótið - tað er eisini fyri ein stóran part egin framleiðsla. Tað fáa teir úr Høvdarhaga, norðanfyri Skopun, men fara eisini at framleiða úr útlendskum gróti.
- Men tað føroyska grótið, - tað er sera gott grót, sigur hann.

Dýrt at útflyta
Høgni Tausen er sera spentur uppá framtíðina hjá virkinum.
- Tað er so avgjørt tørvur á slíkum virki í Føroyum, - einum virki, sum kann framleiða føroyskar vørur úr føroyskum tilfari.
- Í fyrstu syftu satsa vit tí uppá heimamarknaðin, men vildu somuleiðis fegnir komið á tann útlendska marknaðin. Men tað er bara so dýrt at útflyta slíkt, sigur hann, sum kortini vónar at broyting kann koma í.
Nógv fólk hava longu víst Grótvirkinum sín áhuga, og tað eru mong sum koma niðan á ídnaðarøkið í Skopun at hyggja eftir virkinum.

Til hús og virki
Teir á Grótvirkinum hava gingið heldur stillisliga við dyrnum hesa seinastu tíðina.
Ætlan teirra er at virkið skal latast meiri alment upp, tá teir hava fingið eina hampiliga goymslu av framleiðsluni, teir skulu hava.
Teir miða eftir at fáa sær eina hampiliga goymslu, soleiðis at teir kunnu lata vøruna til kundan eftir umleið einari viku.
- Men enn eru vit ikki komnir so langt. Tí hava vit heldur ikki gjørt so nógv burtur úr at lýsa við virkinum, sigur Høgni Tausen.
Teir fara í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at selja brotflísar, húsaklædning, gravsteinar, borðplátur og annað til handlar og privatfólk.

Grundarsteinur
Hóast virkið ikki alment er latið upp enn, so hava teir longu gjørt vart við seg.
Tað gjørdu teir m.a. tá grundarsteinurin til ætlaðu kirkjuna í Hoyvík varð lagdur fyrr í summar. Hesin steinur var nevniliga gjørdur á Grótvirkinum í Skopun.
Í hesum døgum verður eisini arbeitt við at fríðka um eitt stað í heimbygdini, har ætlanin er at eitt torg skal verða einaferð.
Her vóru menn fyrr í vikuni í ferð við at leggja brotflísar á. Og tað grótið hava teir ikki nýtst at fara so langt eftir, tí tað kemur eisini frá hesum virkinum.
Hetta vil so aftur siga, at brotflísarnar á torginum í Skopun koma úr egnum haga, eru framleiddar í heimbygdini og liggja nú sum prýði í somu bygd!