Oljutingið
Danski serfrøðingurin vísti á, at fleiri smærri gassfund eru gjørd vestan fyri Hetland, og tað skulu bara gerast einstøk fund aftrat til, at tað loysir seg at byggja upp ein infrastruktur og harvið fara undir at taka gassið upp úr undirgrundini og selja tað til bretska marknaðin. Bretland fer komandi árini at hava tørv á at innflyta stórar nøgdir av gassi eitt nú úr Noregi, og kemur gassframleiðslan í gongd vesan fyri Hetland, so verður tað uttan iva eisini ein partur av hesum innflutningi. Frá 2008 verður stórur mangul uppá gass á bretska marknaðinum. Jan Terje Edvardsen vísti á, at bretskir myndugleikar leggja stóran dent á, at gassframleiðsla kemur í gongd vestan fyri Hetland. So ein infratrukturur tvs. at ein móttøku- og flutningsskipan til gass frá leiðunum vestan Hetland verður raðfest høgt.
DONG, sum er við í framleiðslu og leiting bæði í danska og norska partinum av Norðsjónum, hevur eisini áhugamál í bæði bretskuim og føroyskum umráði. Felagið hevur sera drúgvar royndir á gassøkinum og veitir í dag gass til mong donsk húsarhald. Eftirspurningurin eftir gassi á europeiska marknaðinum fer at vaksa nógv komandi árini, og tí metir Jan Terje Edvardssen tað eisini vera rætt at fokusera uppá framtíðar gassframleiðslu vestan fyri Hetland og í hesum førinum eisini eystan fyri Føroyuar, nú tá leitingin eftir kolvetnum heldur fram.
Serfrøðingurin, sum royndi at vera varin við sínum metingum, helt tó fyri, at tað er sannlíkt at umstøðurnar at finna gass undir føroyska basaltinum eru til steðar. Nógv bendir á, at løgini vestan fyri Hetland, sum goyma gass og olju, eisini eru at finna undir føroyska basaltinum. Teir halda seg síggja hesi hóast tað enn ikki ber til at síggja nóg væl gjøgnum basaltið.
Jan Terje Edvardsen heldur, at vit eiga at læra av teimum meira enn 200 brunnunum, sum eru boraðir vestan fyri Hetland og teimum fáu við Føroyar. Hann helt, at vit eiga at síggja økið sum eina heild heldur enn bara at fokusera uppá ávísar partar av hesum stóra økinum. Vit mugu seta alt økið í eitt størri perspektiv og í tí sambandi er helst rætt at endurskoða leitingina í tí sokallaða Gullhorninum á føroyska landgrunninum. Hann helt tað vera óheppið, at oljufeløgini høvdu nærsagt yvirbjóðað hvørjum øðrum í tí loyvisøkinum, og at tað vildi verið rætt nú at fingið eina dialog við føroyskar myndugleikar um at flyta onkrar av teimum fýra brunnunum, sum eru eftir at bora í hesum økinum. Kanska inn á eitt øki við basalti.
-Vit hava gjøgnumgingið nærum alt tilfarið, sum er tøkt frá leitingini við Føroyar, og vit halda okkum við rættiliga stórari vissu kunnu siga, at góðir møguleikar eru at gera fund og entá stór fund.