Sunnudagin fara 6 mans úr Føroyum til Afrika at ganga niðan á Kilimanjaro í Tanzania.
Ætlanin er at byrja at ganga týsdagin, og tekur tað 5 dagar at koma niðan á Uhuru Peak, sum er 5.895 metrar høgt. Gingið verður millum 10 og 17 km um dagin, og í hædd flyta teir seg 1000 til 1200 metrar um dagin. Samlaði teinurin, sum gingin verður, er uml. 100 km.
Størsta avbjóðingin verður at venja seg við tunnu luftina, tað er bert umleið helvtin av teimum sum royna, ið náða heilt upp á tindin. Tað er vanligt at fólk fáa hæddarsjúku í slíkum hæddum, og tí er umráðandi at ganga við hóskandi ferð, og ikki at flyta seg ov skjótt, siga teir seks sum verða aftur í Føroyum 27. september.
Ferðalagið sum fer av stað hevur vant í føroysku fjøllunum. Á myndini eru f.v. Finn Danberg, Jan Petersen, Árni Jakobsen, Eyðun Mørkøre, Hanus Joensen og Jón Rasmussen.










