Føroyskt ferðalag slapp ikki til bumbustaðið

Um vikuskiftið hava donsku ferðaskrivstovurnar havt úr at gera við at flyta øll síni ferðafólk úr Sharm el-Sheikh.

Hóast tað kann tykjast ov heitt fyri føroyingar at vitja í Egyptalandi hesa ársins tíð, so eru tað kortini fleiri sum júst høvdu sett sær hetta landið sum feriumál í summar.
Leygarmorgunin frættist um eina føroyska kvinnu, sum var í atsøkta býnum saman við manni og børnum. Hóast nakað sjokerað, so høvdu tey fýra tað øll gott, fingu vit upplýst tann dagin.
Somuleiðis vita vit frá einum nýgiftum pari, sum somuleiðis ætlaði sær hagar á brúðarferð í næstu viku. Men tann ferðin má so broytast til eitt annað og meiri trygt stað.
Hinvegin so verður upplýst frá føroysku ferðaskrivstovuni Fonn Flog, at tey eisini høvdu onnur fólk, sum eftir ætlan skuldu fara avstað hagar fyrst í august mánaði.
Men frá Atlantis Rejser í Danmark, sum Fonn Flog samstarvar við, hava tey nú fingið at vita, at tey senda eingi fólk til Sharm el-Sheikh enn á sinni.
Atlantis Rejser vóru sunnudagin og í gjár fult upptikin við at fáa allar teir hundraðtals danarnir aftur til flogvallirnar í Billund og Keypmannahavn.
Henda ferðaskrivstovan hevur eisini avlýst allar avstaðferðir sínar til Egyptalands í góða tíð framyvir, og væntar ikki at flogið verður aftur hagar fyrrenn miðskeiðis í september mánaði.