Um ólavsøkumundið fer Statoil at gera boringar í føroyskum sjóøki. Til hetta krevjast nógv ymisk viðurskifti at vera í lagi, m.a. tilbúgvingin um oljudálking verður í havinum.
Í Føroyum finst eitt felag sum hevur serkunnleika til hetta, og tað er OSR (Oilspill Response Faroes) á Tvøroyri. Við boringarnar hjá Statoil í summar verður tað hetta felagið sum skal hava tilbúgvingina um hendi. Enn er sáttmálin kortini ikki undirskrivaður, men verður tað ein av allar fyrstu døgunum, skilst.
Hetta eru góð tíðindi hjá stjóranum, Paula Einarsson.
- Ein slíkur sáttmáli betýðir alt fyri okkum. Uttan sáttmálar kann OSR ikki liva, sigur hann við Portalin.
Í løtuni er støðan hon, at teir ikki hava so nógvar aðrar sáttmálar, og tí kom hesin komandi sáttmálin við Statoil væl við.
- At vit nú hava fingið henda sáttmálan kann hava við sær, at onnur fáa eyguni upp fyri okkum. Tí er ikki óhugsandi, at vit fara at fáaenn fleiri sáttmálar, sigur ein bjartskygdur Pauli Einarsson.










