Føroyskt felag ment burðardyggan plast-uppsamlara til skip

Skansi Offshore hevur ment eina burðardygga skipan, ið skal rudda plast í heimsins høvum

Føroyska felagið Skansi Offshore hevur ment eina burðardygga skipan, ið kann gerast kollveltandi fyri upprudding av plasti í heimsins høvum. Hesum boðar felagið frá í dag.

 

Skipanin er ætlað skipum, ið longu eru á havinum í øðrum vinnuligum arbeiði. Harvið verður minni orka og peningur nýttur til at samla plastikk úr sjónum, tí skipini kunnu rudda upp, meðan tey eru í gongd við annað arbeiði. Sostatt nýtist okkum ikki at dálka meira fyri at rudda plastikk úr havinum.

 

Skipanin er serliga ætlað fiskiskipum og veitingarskipum, sum hava eina ferð undir 4 sjómíl um tíman. Plast-uppsamlarin verður settur út á báðum síðum og røkkur 3 metrar út hvørjumegin skipið.

 

Her kanst tú síggja videolýsing av skipanini.

 

Hetta merkir, at eitt 16 metrar breitt skip, ið siglir við 4 sjómíla ferð, kann rudda 3,9 km2 um samdøgrið. Hetta svarar til nærum 1000 fótbóltsvøllir.

 

Skansi Offshore sigur, at fyrimunir av at skip reinsa havið fyri plasti samstundis, sum skipini eru í aðrari vinnu, eru fylgjandi:

- Færri skip í økinum og harvið minni dálking.

- Lægri oljunýtsla.

- Lægri rakstrarkostnaður.

 

Burðardyggi plast-uppsamlarin er bygdur við einføldum og vælkendum tekniskum loysnum, sum eru lættar at seta í eitt verandi veitingarskip ella í ein nýggjan trolara.