Føroyskt fótbóltsfelag stovnað í Århus

FF Klettar, sum er spildurnýggja fótbóltsfelagið fyri føroyingar í og rundanum Aarhus, hevur skotið kappingarárið væl í gongd.

Felagið hevur eitt manslið í donsku seriu 6 og eitt kvinnulið, sum spælir fótbólt á hálvum vølli. Síðani felagið varð sett á stovn hin 23. februar, er talið á limum komið upp um 30, og áhugin hevur sum heild verið stórur fyri felagnum.

Á vøllinum hevur eisini hilnast væl higartil. Menninir hava spælt seg víðari til 3.umfar í steypakappingini, har teir hava vunnið á liðum úr seriu fýra og fimm. Kvinnurnar hava spælt fýra dystir higartil og hava vunnið allar sannførandi. FF Klettar má soleiðis sigast at vera ein sólskinssøga fyri fótbóltsáhugaðar føroyingar, bæði úti og heima.

Felagið er stovnað við tí fyri eyga at menna og styrkja samanhaldið millum Føroyingar í og rundanum Aarhus.

FF Klettar er ætlað bæði monnum og kvinnum.