Fyrsta málið á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13:30 í dag, er uppskotið frá Tjóðveldinum til samtyktar um avleiðingar av at ES-fíggjareftirlit verður skipað í næstum, og um at heimtaka ábyrgdina av fíggjarøkinum. Sambært álitinum frá fíggjarnevndini, so fer løgtingið at fella uppskotið, sum hørki fær undirtøku frá samgonguflokkunum ella Javnaðarflokkinum.
Hini málini, sum eru á tingborði í dag, er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum, góðkenning av roknskapinum hjá Húsalánsgrunninum fyri tíðarskeiðið 1. januar til 31. desember 2011.
Síðani eru svar upp á tríggjar skrivligar fyrispurningar til Jacob Vestergaard, landsstýrismann:
Tann fyrsti er frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppgjørdum tapi hjá Búnaðargrunninum.
Tann næsti er frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvum.
Og tann triðji er frá Eivin Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi umsitingarætlan í uppskotinum um nýggja fiskivinnulóggávu.
Gamalt var, at løgtingið fór í summarfrí flaggdagin 25. mai, men tað fer heldur ikki at halda hesaferð. Sambært skránni hjá løgtinginum eru 13 tingfundir á skránni fram til 8. mai.