Føroyskt fíggjareftirlit

Løgmaður skrivar, at vit ikki kunna rokna við einum serfrøðingastovni á fíggjarøkinum. Hetta ger at væl útbúnir føroyingar, enntá við nógvum royndum, ikki kunna venda heimaftur at arbeiða. Fólk, sum okkara samfelag manglar í stóran mun.

Løgmaður "Føroya hægsta tign" skrivar í grein um føroyskt fíggjareftirlit:

"Talan verður ikki um, at vit skulu seta á stovn eitt fíggjareftirlit við kanska hálvthundrað serfrøðingum, sum onkur hevur róð framundir. Vit taka ábyrgdina, men fara ivaleyst at gera eina avtalu við eitt eftirlit, sum kann átaka sær hesa uppgávuna okkara vegna. Sannlíkt er, at endin verður, at vit gera eina avtalu við danska fíggjareftirlitið um, at tey røkja hesa uppgávu framyvir okkara vegna og fyri eitt gjald, sum tað almenna má gjalda."

 

Also vit skulu IKKI uppbyggja nakra føroyska serfrøði á økinum. Við øðrum orðum: Føroyingar í útbúgving sum búskaparfrøðingar, løgfrøðingar, hagfrøðingar v.m., skulu ikki gera sær nakra vón at sleppa heim aftur til Føroyar - í hvussu so er ikki um tað stendur upp til Løgmann. Heldur ikki teir føroyingar, sum í løtuni starvast millum annað í danska fíggjareftirlitinum. Allarhelst er ein stórur partur kvinnur, sum vit í Føroyum mangla so dyggiliga. Hesir føroyingar í útlegd eru fólk, sum við sínum royndum og útbúgvingum kundu ført Føroyar framá m.a. á altjóða fíggjarmarknaðinum.

 

Gud viti hvat okkara kosnu fólk hugsa fyri sær. At renna ørindi fyri okkurt hissini gleps frá ávísum konservativum fólkatingslimi, sum bert hevur eitt í kvittanum - tað at Føroyar við húð og hár verða innlimaðar í danska statin skjótast gjørligt.

 

Nei, mítt uppskot er at vit gera eina avtalu líknandi tí, Skipaeftirlitið hevur um føroysk sjóvinnubrøv. Ein líkastillingsavtala, sum í hesum førinum loyvir danska sjóferðslustýrinum ígjøgnum eina dygdarmenningarskipan at auditera (skoða) Skipaeftirlitið og øvugt.

Við at brúka eina líknandi skipan, kundu vit uppbygt ein føroyskan serfrøðingastovn, sum so kundi verið auditeraður (skoðaður) av danska fíggjareftirlitinum. Kanska kundi tað enntá hugsast at skoðanin var gjørd sínamillum.