Tá føroyskt hevur verið undir danskari ávirkan gjøgnum øldir, er tað hvørki løgið ella kriminelt, at nøkur orð úr donskum eru komin upp í tað føroyska málið og verða brúkt, og tað er ikki vælkomið. Dømi kundi verið »opinbart« (sum er nevnt ofta í seinastuni), »stadivekk«, »vigtugt«, »problem«, »plan« o.s.fr. Kemur eitt orð harafturímóti úr íslendskum er tað vælkomið, tí íslendskt liggur jú nærri fornmálinum, og tað er jú meir virðuligt enn danskt. Mann kemur ikki burtur frá tí faktum, at føroyskt er ávirkað av donskum. Góðtakið tað!
Føroysktlærarar eru ógvuliga puristiskir, men tað er tað, teir hava lært. Tað er ikki lukkuligt at koma við einum av fyrrnevndu fy, fy orðum. Hvussu ofta hoyra vit ikki: »Hvussu eitur tað á føroyskum?«. Hallo, tað er okkara egna mál! Okkara egna mál, sum vit ikki duga, tí fyrrnevndu orð ikki verða góðtikin.
Tað merkir ikki tað sama sum, at mann ikki skal varðveita málið og royna at finna føroysk orð fyri nýuppfinningar (sum »telda« er eitt frálíkt dømi um).