Føroyskt er ikki sangbært

Káta Hornið hjá Teiti verður í hesum døgum givin út í Danmark, og tá besta songrøddin í Danmark gevur fløgu út, eru miðlarnir skjótir at ummæla hana, og fløgan fær sum heild rættiliga jalig ummæli, hóast ein ummælari ikki metur føroyskt vera eitt serliga sangbært mál.

Tónleikur


Teitur vann fyrr í ár heiðurslønina við Danish Music Awards, sum besti danski sangari. Hann fekk heiðurslønina handaða í summarhúsinum har hann var í ferð við at taka fløguna Káta Hornið upp, nú er føroyskt mælta fløgan givin út í Danmark. At besta danska sangrøddin í gevur fløgu út á føroyskum fyllur nógv í teimum nógvu ummælunum, ið verða prentað í donskum bløðum í hesum døgum. Í ókeypis tíðindablaðnum Urban, skrivar ummælarin undir yvirskriftini ”Færøerne 1 - Danmark 0” soleiðis um Teit: “Hvilken utaknemmelighed! I marts vandt han den prestigefyldte grammy som ’Årets danske sanger’ foran Simon Kvamm og Thomas Helmig, og nu har han indspillet sit nye album – på færøsk! Men sådan er de tilsyneladende, beboerne på de 18 vulkanøer langt oppe i Nordatlanten; egenrådige og stolte.” Hann heldur tó fløguna vera góða, og gevur henni rættiliga jaligt ummæli. Hann sigur, at tá tú sum lurtari ikki skilur orðini, setur hetta stór krøv til løgini, ið ikki øll liva upp til hesi krøv. Men at onnur teirra eru millum bestu løg, ið Teitur hevur skrivað.

Ummælarin hjá Berlingske Tidende dámar eisini væl fløguna, men fyri hann er málið ein uppaftur størri trupulleiki. Undir heldur misvísandi yvirskriftini “Nyt fra islandske Teitur” fær fløgan eins og hjá Urban fýra av seks stjørnum. Ummælarin nevnir annars fleiri ferðir, at Teitur er føroyingur, so tað kann vera, at tað heldur er ein eitt sindur ov sjuskutur redaktørur, ið hevur smíða yvirskriftina. Ummælarin er ikki fjeppari av føroyskum og skrivar soleiðis: »...så er færøsk nok et smukt sprog, men vanvittigt sangbart, det er det ikke. og det kan selv en så fremragende melodimager og dybtfølt sanger som Teitur ikke gøre meget ved.« Ummælarin heldur tó, at Teitur ger sítt besta, og heldur fram. »Heldigvis er musik et universelt sprog, og et sprog som Teitur i høj grad mestrer. Han evner at få ufattelig smukke stemninger ud af sin akustiske guitar og den stemme, der bare borer og borer sig ind i hjertekulen på lytteren.« og endar við teirri niðurstøðu, at hetta ikki er eitt meistaraverk men ein vøkur fløga.

Ummælarin hjá Ekstra Bladet, hevur minnið trupulleika við málinum og skrivar í greinini “Følsom færing” soleiðis: “I forhold til sidste års fine succesalbum 'Stay Under The Stars' nynner troubadouren nu på modersmålet med sin uspolerede røst, og selv om man ikke fatter et ord af 'Káta Hornid', så flimrer det med falmede billeder af vemod, hjemve og knugende kærlighed på nethinden.” Eisini hesin ummælarin gevur fløguni fýra av seks stjørnum. Eitt sindur verri er skoðsmálið, ið Teitur fær hjá Gaffa.dk. Har verður fløgan skýrd eitt fríkorter hjá føroyska trubadurinum. Ummælarin skrivar soleiðis

»Káta Hornid er ellers et sjældent homogent udspil fra det inspirerede rodehoved Teitur. Kun kvaliteten af melodimaterialet svinger lovligt meget på et album, hvor sprogbarrieren desværre sætter sine begrænsninger. I folk og singer-songwriter er lyrikken per tradition omdrejningspunkt, og på Káta Hornid misser ikke-færinger en stor del af substansen«

Besta skoðsmálið fær Teitur í ókeypis tíðindablaðnum Metro Express, ið gevur Teiti fimm av seks stjørnum, og niðurstøðuni: “Man kan fornemme, at Teitur ved at nedtone udskejelserne bevidst tvinger lytteren til at lade sig forføre af det, som er hans største talent: smu¬k¬ke melankolske melodi¬er.”


Stjørnur:


Metroexpress 5 av 6


Berlingske Tidende 4 av 6


Gaffa 3 av 6


Urban 4 av 6


EB.dk 4 av 6