Føroyska vodka Eldvatn hevur enn einaferð vunnið silvur heiðursmerki í altjóða kapping fyri brennivín.
Hesaferð í Hong Kong fyri árið 2011, har Eldvatn fekk skoðsmálið sera gott.
Kappingin í Hong Kong, ið hevur heitið Hong Kong International Wine and Spirits Competition, er ein asiatiskur avleggari av stóru IWSC, ið hevur sæti í London. Dømingin í Hong Kong er, eins og tann í London, grundað á blindsmakking og kemiskar kanningar, sigur Dism, sum ger Eldvatn.
- Hetta er enn ein viðurkenning av okkara brennivíni. At vit standa okkum so væl í góðskumetingum er hugaligt og ein ábending um, at vit eru á rættari leið, sigur Erling Eidesgaard á Dism.
Hann sigur, at tað góða, føroyska vatni, hevur stóran týdning fyri, at Eldvatnið hepnast so væl.