Judo
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at ungi havnarmaðurin ger um seg. Christoffur gongur í løtuni á øðrum ári í skúla í Danmark, og eitt nú vann hann bronsu í sterkasta bólkinum í eini altjóða judokapping, sum gekk fyri seg í Hillerød beint fyri jól.
Síðani hann fyri tveimum árum síðani fór undir miðnámsútbúgving sína, hevur Christoffur verið partur av liðnum hjá Gedsted-Vejen Judoklub, og sum skilst hevur venjingin her gingið sera væl, og hevur føroyski unglingin alla tíðina gjørt stór framstig.
Men hóast hann nú umboðar danskt judo-felag, so hevur Christoffur á ongan hátt gloymt røtur sínar. Um páskirnar verður hann soleiðis við á einum føroyskum liði, sum fer at taka lut í altjóða kappingini, Limfjords Cup. Harumframt skal hann í mai mánaði taka lut í NM-kappingini í judo. Tann kappingin verður hildin í Svøríki.
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at føroyingar gera vart við seg innan judo í Danmark. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Búgvi Poulsen eisini danskur meistari í sínum vektflokki, og eitt árið var hann tann íðkarin í donsku liðkappingini, sum hevði bestu dystarhagtølini.