Undir skúlanum stóð Ungdómskórið í Vágum, undir leiðslu av Alis Simonsen og sang fleiri kend gospelløg fyri teimum kongaligu.
Eftir eina strævna ferð í oynni, har tey høvdu verið í øllum bygdunum, var nú seinasta samkoman á skránni ? ein góður biti, saman við umboðum fyri allar bygdirnar í oynni.
Á hesi samkomuni fingu tey kongaligu hjúnini handaðar fleiri gávur ? m.a. eina bókagávu við trimum bókum, sum lýsa ávís evni innan føroyska mentan: Bókina um listamannin Trónd Patursson, eina bók um føroyska bátin og eina við upptekningum av føroyskum vísum.
Mary og Fríðrik fingu eisini hvør sína serstøku gávu ? føroyskt framleiddar jakkar, sum designarin Malan Helgadóttir hevði latið úr hondum.
Hon nýtti eisini høvið at greiða frá arbeiði sínum. Og á tíðindafundinum seinni um dagin var júst føroyskur móti og føroyskt design nakað av tí, sum tey kongaligu fegnaðust um, og sum tey sóu ríkar møguleikar í fyri Føroyar í framtíðini.
Eftir døgverðan í Miðvági var seinasti steðgurin á Hotel Vágum, har tíðindafólk fingu høvið at spyrja tey kongaligu ein hóp av spurningum.