Føroyskt dambrúk í Danmark

Gamla fótbóltskempan Bergur Magnussen flutti í næstsíðstu viku alla aliútgerðina úr Nólsoyar Alistøð niður til Hestlund Dambrug, sum hann keypti fyri góðum ári síðani

Tá Bergur Magnussen fyri fýra árum síðani flutti til Danmarkar, var tað við tí fyri eyga, at byrja av nýggjum. Upprunaliga ætlaði hann at flyta til Kanada at starta upp ella á annan hátt sleppa sær upp í eitt alibrúk, men eftir góðum tveimum árum í starvi hjá donskum arbeiðsgevara, beyðst høvið at keypa Hestlund Dambrug.

Bergur Magnussen tók av, og í februar í fjør yvirtók hann danska dambrúkið.

Talan er um eitt lítið gamalt, traditionelt dambrúk, og fyrrverandi eigarin hevði átt hetta í 35 ár. Hann arbeiðir framvegis í dambrúkinum, nú saman við nýggja eigaranum, Bergi Magnussen.

Hetta er eitt enn lutfalsliga lítið alibrúk, sum í ár væntandi fer at framleiða eini 260 tons av sílum. Meginparturin verður seldur til eitt slaktarí í Vejle, sum slaktar, sker til flak og roykir sílini.

- Men eini 60 tons verða seld sum 20-30 grams fiskur til aðrar at ala víðari, sigur Bergur Magnussen.

Hetta dambrúkið liggur í lítlu bygdini Hestlund, sum liggur nakað vestanfyri Give í Jútlandi. Sum orðið sigur, er talan um dambrúk og harvið feskvatn, og ikki sum hjá okkum sjógvaling.

 

Økja virksemið

Bergur Magnussen hevur tó ætlanir um at økja um virksemið, og tá hann herfyri fekk bjóðað útgerðina, sum annars stóð fyri einki á Nólsoyar Alistøð, ið Eik Banki eigur, valdi hann at taka av.

- Um eg kann nýta alt aftur her niðri, so havi eg fingið útgerðina fyri ein rímiligan penga, men fái eg ikki nýtt alt aftur, havi eg ikki gjørt ein so góðan handil, sigur Bergur Magnussen, tá vit fritta um prísin.

Útgerðin fevnir fyrst og fremst um fýra stór kør, 200.000 litrar hvørt, men eisini um biofiltur, iltingsanlegg, fiskapumpu og ymsa aðra útgerð.

- Ætlanin er at nýta kørini at ala sílini í, og so selja vit beinleiðis úr kørunum, sigur Bergur Magnussen.

Flutningurin gongur soleiðis fyri seg, at tangabilar koma eftir fiskinum, sum verður pumpaður upp í tangarnar og fluttur livandi til slaktaríið.

Bergur Magnussen hevur ætlanir um at økja um virksemið, og tað er eisini orsøkin til, at hann keypti útgerðina úr Nólsoyar Alistøð.

- Málið er at koma upp á eina framleiðslu upp á 1.000 tons eftir fýra árum. Marknaðurin fyri royktum sílum er einar 50 ára gamal, og hann er rættiliga støðugur. Prísurin liggur úr 13 krónum kilo tá hann er vánaligastur, upp í 17 krónur kilo, tá hann er bestur, sigur Bergur Magnussen.

Dambrúkið er uttandura, og sambært Bergi Magnussen hevði ikki borið til at havt slíkt brúk í Føroyum, heilt einfalt tí veðrið ikki er til tað.

- Her er veðurgott. Vit arbeiða úti hvønn dag, men tað hevði neyvan nakar tíma í Føroyum, sigur Bergur Magnussen.