UMHVØRVI
Á ráðstevnan Nordic Climate Solutions í Keypmannahavn hittast tøkniveitararr, keyparar, íleggjarar, politikkarar, granskarar og fjølmiðlafólk frá øllum Europa til at kunna seg um hvat hendir innan sonevnda Cleantech, sum er altjóða felagsheitið fyri tøkni og loysnir, sum spara um orkunýstlu og minka um skaðilig umhvørvisárin. Ráðstevnan er týsdagin og mikudagin í hesi vikuni.
Orka og umhvørvið gongur aftur í tí sum verður havt á lofti. Føroyskar fyritøkur eru eisini við og bjóða seg fram, og Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, telist millum røðararnar saman við Connie Hedegaard, veðurlagsráðharra. Tey fara saman við øðrum leiðarum og serfrøðingum at viðgerða hvussu vit kunnu menna viðvarandi orkutøkni, minka um skaðilig umhvørvisárin og tryggja eina burðadygga framtíð.
Big business
Cleantech er ikki longur bara rætt og neyðugt og stuðlað av idealistiskum kreftum. Cleantech verður av mongum mett sum tað nýggja “Big Business”, tað næsta rákið, megatrendurin – og ein einastandandi møguleiki fyri fólk og vinnur, sum vilja veita loysnir til teir avbjóðingar, sum standast av veðurlagsbroytingunum.
Av hjálparpakkum, sum altjóða fíggjarkreppan hevur fingið stjórnir kring heimin at samtykkja, verður mett, at 3.000 mia$ eru avsettar til Cleantech.
Í desember í ár verður stór veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn. Nordic Climate Solutions er íkasti hjá vinnuni í mun til ST veðurlagsráðsetvnuna – eisini nevnd COP-15.
BlueGreenFuture
Í samband við ráðstevnuna samskipar Bitland átakið BlueGreenFuture.com. Hetta átak hevur sín uppruna í Trans Atlantic Climate Conference í fjør, har m.a. Al Gore luttók. Endamálið er m.a. at marknaðarføra føroyskar orkuloysnir og verkætlanir, umframt at samskipa gransking um veðurlagsbroytingar og alternativar orkuhættir í norðurhøvum.
Mett verður, at vit á nøkrum økjum hava serligar fortreytir at verða við í fremstu røð á Cleantech økinum. Vit hava fleiri fyritøkur, sum hava sera framkomnar cleantech loysnir og sum kunnu gera seg galdandi á marknaðinum, serliga innan maritima øki. Hetta eru loysnir og skipanir, sum spara um orkunýtslu, framleiða varandi orku, minka um dálkandi útlát og skipanir, sum geva fyritøkum og stovnum betri førleikar til at virka á burðardyggum grundarlagi.
Á Nordic Climate Solutions luttaka umboð fyri fyritøkurnar Decision3, Data Quality Systems, Ocean Rainforest, SeWave, Keel Solutions og Bitland. Hesar fyritøkurnar fara at bjóða fram tænastur, umframt at samskifta við útlendskar samstarvspartar og møguligar íleggjarar, sum kunnu verða við í framtíðar vakstrarætlanum.
Harumframt verður eisini arbeitt víðari við, at kanna møguleikarnar fyri at stovnseta BlueGreenFuture sum eitt samstarvsforum, sum virkar tvørtur um atlantshavi. Ætlanin er, at stovnurin skal hava høvuðssæti í Føroyum og skal m.a. sjónliggera Føroyar á Cleantech økinum. Í hesum sambandi verður skipað fyri ”Network Reception” á felagsbásinum hjá SEV og BlueGreenFuture.
Meira verður at frætta í morgin um føroysku luttøkuna á Nordic Climate Solutions.