Tá Birgir Petersen úr Fuglafirði í fjørsummar skuldi giftast, skipaðu vinmenninir fyri einum polterabend, sum brúðgomurin og vinmenninir seint fara at gloyma.
Ein partur av polterabendinum var, at komandi brúðgommurin skuldi hoppa bungee-jump úr 50 metrum helt hann. Vinmenninir høvdu koyrt runt við komandi brúðgomminum við bindi fyri eyguni og greitt honum frá, at nú skuldi hann hoppa úr 50 metrum. Hann varð síðani leiddur fram til kranan, sum so varð lyftur upp og klárt var at hoppa.
Tað vísti seg tó, at fallið ikki var 50 metrar, men ein metur.
Alt hetta bleiv tikið upp á video, og Rúni Petersen, sum er beiggi brúðgommin, legði videobrotið út á Youtube.
Fleiri amerikanskar sjónvarpsstøðir, sum gera tilfar til ávísar rásir, eru blivnar varugar við skemtiliga videobrotið og hava sett seg í samband við føroysku menninar handan upptøkuna.
- Fólkini, sum gera sendingina "Pranked" á MTV, vildu fegin brúka okkara videobrot, og tað góvu vit teimum loyvi til. Innsløgini til ta sendingina verða útvald í fleiri umførum, og okkara kláraði at koma rættiliga langt, men egnaði tó ikki at verða víst á MTV, greiðir Rúni Petersen frá og heldur fram:
- Eitt av starvsfólkunum aftan fyri kendu videoheimasíðuna, jukinvideo.com, setti seg í samband við meg, og vit hava undirskrivað ein sáttmálað, sum sigur, at tey frítt kunnu brúka videobrotið frá okkara polterabend saman við Birgir, greiðir Rúni Petersen frá.
Hóast videobrotið við føroyska brúðgomminum, sum loypir bungee jump, nú er at síggja á kendu heimasíðuni og møguliga eisini verður at síggja í onkrari undirhaldssending í sjónvarpi, merkir tað ikki, at menninir handan upprøkurnar kunnu ríka seg upp.
- Eg fekk ein kekk sendandi herfyri frá junkinvideo.com, men hann var bara á 100 dollarar, so nei, enn eru ikki stórir pengar í hesum sigur Rúni Petersen.