BRÚKARAFELAG
Tað er nú nógv, ið røkist fyri, at eitt brúkarafelag aftur verður sett á stovn í Føroyum.
Áður hevur verið brúkarafelag í Føroyum, men hetta datt niðurfyri, ikki minst tí, at arbeiðið var at kalla alt sjálvboðið.
Á ráðstevnuni hjá NKU, ið varð hildin í síðstu viku, vóru fleiri føroysk umboð við, og tey gjørdu vart við støðuna í Føroyum.
Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtingsmaður og føroysku kontaktpersónur á ráðstevnuni, sigur, at útlendsku luttakararnir vóru stórliga bilsnir yvir, at brúkaraøkið í Føroyum var so illa fyri.
?Rættiliga nógv tíð varð nýtt til at tosa um tey føroysku viðurskiftini, og fleiri gjørdist heilt skelkaða av at hoyra, hvussu illa stóð til, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann leggur afturat, at økið er ógvuliga nógv forsømt í Føroyum, og politiski myndugleikin eigur at taka stig til at fáa gjørt nakað við hetta.
Nýggja føroyska felagið fer at hava fund seinni í hesu vikuni.
Hans Pauli letur sum heild væl at ráðstevnuni.