Føroyskt búmerki

Tað verður eitt føroyskt búmerki, sum fer at mynda nýggja FC Amager. Tá talan er um fleiri gomul feløg, sum nú kasta saman, er ikki altíð eins lætt at skapa ein nýggjan grafiskan samleika, men ein slíkur er nú góðtikin, og varð nýggja búmerkið eisini lagt fram á tíðindafundinum. Og við føroyskum eygum er áhugavert, at tað er Sansir, sum hevur teknað nýggja búmerkið. Klassiskt og elegant sær tað út, og vónandi verður hetta við tíðini eins vælkent, sum eyðkenda leyvan hjá FCK er tað.