Tóroddur Poulsen, Vónbjørt Vang og Daniella Andreasen fara øll at lesa upp egin verk, tá føroyskt bókmentakvøld verður í danska høvuðsstaðnum í næstum. Harumframt fer Dennis Agerblad at upptraðka. Hann gav fyri kortum út fløgu, har hann tolkar yrkingar eftir júst Tórodd Poulsen.
Umframt upplestur verður eisini tónleikur við Mai Øvlisen, sum eisini kallar seg Meejah.
Tiltakið verður á Paludan Bogcafé á Fiolstræde inni í býnum. Tað byrjar klokkan 18.00 danska tíð tann 5. november og er ókeypis.
Mynd: Daniella Andreasen