Føroyskir yvirmenn á promilluskipinum

Føroyski yvirstýrimaðurin, sum hevði vakt, tá danska skipið "SC Baltic" fór á land í Noregi í fjør, er dømdur fyri at hava siglt ávirkaður av rúsdrekka. Í síðstu viku fór sama skip aftur á land í Noregi, og føroyski skiparin er skuldsettur fyri at hava siglt ávirkaður

Tann 55 ára gamli yvirstýrimaðurin var ikki hjástaddur, tá rætturin í Haugesund viðgjørdi mál hansara seinasta fríggjadag. Ígjøgnum verjan hevði hann voðað frá, at hann helt seg vera ósekan, men í gjár boðaði rætturin frá, at maðurin skal sita 25 dagar í fongsli og rinda 2.000 norskar krónur í sakarmálskostnaði.

 

Yvirstýrimaðurin hevði vakt, tá danska farmaskipið SC Baltic sigldi innanskerðs nærhendis Haugesund í Noregi grækarismessudag í fjør. Alt gekk eftir vild, men við Skåretreboen tók skipið botn. Stoyturin var so mikið harður, at skipið fekk skaða bógvin, botnin og róðrið, og sambært norskum fjølmiðlum kostaði umvælingin góðar fimm mió. krónur.

 

Myndugleikarnir komu upp í málið, og blóðroynd varð tikin av yvirstýrimanninum, sum hevði vakt, tá óhappið hendi. Kanningin vísti, at hann hevði í minsta lagi 1,56 promillu av alkoholi í blóðinum.

 

Yvirstýrimaðurin helt uppá, at hann var ikki ávirkaður av rúsdrekka. Um úrslitið av blóðroyndini segði hann, at tað mundi koma av dampi frá kemiskum evnum og heilivági og hostasevju, sum hann hevði brúkt.

 

Men teir tríggir dómararnir trúðu ikki hesari frágreiðingini hjá tí 55 ára gamla føroyska yvirstýrimanninum, men dømdu hann 25 dagar í fongsul fyri at hava ført skip ávirkaður av rúsdrekka.

 

 

Sama søgan

 

Tíðliga seinasta leygarmorgun bleiv staðfest, at søgan endurtekur seg. Tá sigldi "SC Baltic" enn eina ferð á land í Noregi, og enn eina ferð var tað ein føroyskur navigatørur, sum hevði vakt á brúnni.

 

Tað eydnaðist danska skipinum at sleppa avaftur við egnari megi einar tveir tímar seinni. Men myndugleikarnir komu á staðið, og ein roynd við einum alkometuri vísti, at skiparin var ávirkaður av rúsdrekka. Tí varð avgjørt at taka blóðroynd av manninum, men hóast úrslitið av henni ikki er komið enn, er tann 37 ára gamli skiparin skuldsettur fyri at hava ført skip ávirkaður av rúsdrekka. Tað váttar løgreglan í Haugaland og Sunnhordland fyri norskum fjølmiðlum, men tað er ikki greitt, nær málið møguliga kemur í rættin.

 

Tað vísti seg, at "SC Baltic" hevði ikki fingið nakran stórvegis skaða av tilburðinum, og skipið fekk loyvi at halda leiðina fram til Danmarkar, tá reiðaríið hevði funnið ein annan skipara.