Føroyskir yvirmenn á Polar Nanok

Grønlendski trolarin, Polar Nanok, var í gjár á Havnini fyri millum annað at skifta manning.

Skiparin, sum fór umborð, er Emil Nolsø úr Dali, og hann sigur, at grundin til, at skipið var á Havnini í gjár er, at teir eru á veg niður til Frederikshavn at skifta fabrikkina út.

- So skifta vit manning samstundis sum vit taka olju. Eisini leggja vit nakað av reiðskapi upp á Vónini, og á veg heim aftur leggja vit so inn á Havnina at fáa nýggjan reiðskap frá Vónini, sigur Emil Nolsø.

Hann roknar við, at tað fer at taka einar seks vikur at skifta fabrikkina út.

- Síðani verður so farið at fiska svartkjaft. Vit eru umborð í umleið tveir mánaðir, men stundum verður tað nakað longrið. Vit eru millum 20 og 25 mans við, alt eftir hvat slag av fiski, vit royna eftir, sigur Emil Nolsø.

Allir yvirmenninir umborð á Polar Nanok eru føroyingar.