Føroyskir íverksetarar í altjóða kapping

Tíðindaskriv

 

Mánadagin 12. september verður kapping millum útvaldar føroyskar íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða kappingini Creative Business Cup í Keypmannahavn í november.

Kappingin byrjarar kl. 13 og endar klokkan 16, tá vinnarin verður kosin. Kappingin er í Reinsarínum, Tórsgøta 3, Tórshavn. Viðheft er tíðindaskriv og mynd frá finaluni í Keypmannahavn.

Íverksetarafyritøkan Beak umboðaði Føroyar í Keypmannahavn í nov. 2015

' Vit fingu nógv burturúr at vera við í CBC '15. Fyri ClearComm merkti tað at vit hava fingið meira ferð á, og fara vit í næstum at koma við ClearComm Home, ein útgáva av ClearComm til heimabrúkarar. Fyri okkum handan ClearComm var tað at vera við kappingini ein góður møguleiki at fáa samband við aðrar íverksetarar og læra av teimum. Hetta gav nýggj sjónarmið og hjálpti okkum at rætta málini fyri ClearComm'.


Vegna fyriskipararnar

Jónhild Rasmussen, Hugskotið
Sóley H. Hammer, Íverksetarahúsið
Brynhild Absalonsen, Vinnuframi