Føroyskir veitarar bjóða seg fram í Chile  

Vónin, KJ Hy­drau­lik og JT El­ec­tric í felags á­taki fyri at vinna fótafesti inn­an chilensku ali­vinn­una

Tá altjóða Aqua Sur ali­mess­an letur upp í Puerto Montt, Chile, í døgunum 10.-13. ok­to­ber 2012, fara í øllum førum tríggj­ar før­oysk­ar fyr­i­tøk­ur at lut­taka sum framsýnarar við fel­ags bási. Vónin, KJ Hy­dra­u­lik og JT Electric hava skip­að seg í felags átaki undi­r heitinum Faroe Islands Aq­u­a­culture Solutions, og um­boð fyri teir tríggjar væl royndu veitararnar til ali­vinn­una fara longu til Chile áðre­nn messuna fyri at hitta chilenskar alifyritøkur, upp­lýsir Ólavur A. Olsen, stjóri á KJ-Hydraulik.
Tann chilenski markn­að­ur­in hevur áhuga fyri veit­ar­ar av aliútgerð, nú ið ali­vin­nan har er undir endu­r­upp­bygg­ing aft­an á álvarsliga nið­ur­gongd herfyri orsakað av ILA sjúkuni.
Teir føroysku veitararnir siga seg hava í hyggju at sam­starva við stovnar sum Vinn­u­frama í sambandi við á­tak­ið.
– Allar tríggjar fyritøkur­nar hava drúgvar royndir í tí føroysku alivinnuni, sig­ur Ólav­ur A. Olsen.
– Ein av okkara stóru fyr­i­mun­um ligg­ur í tí vøru­dygd vit kunnu bjóða. Tann út­gerð, vit veita, er fyrsta floks og hev­ur stað­ið sína roynd í baldrutum før­oysk­u­m vetr­ar­veðri. Hetta er alt útgerð sum hósk­ar serstakliga væl til chil­ensk við­ur­skifti.
Talan er um alinótir, for­toyn­ing­ar, vask­i­skip­an­ir, ali­ring­ar, ar­beiðs­bát­ar, und­ir­vatns­ljós og annað, sum teir før­oysku veitararnir fara at sýna fram.