Føroyskir ungdómar Yppa øksl

-YPP er sprottið burtur úr politiskari líkasælu, ráðaloysi og óskili, sum ger, at vit ikki vita, hvat vit skulu meina ella halda, siga fyrireikararnir av tiltakinum, sum verður í Vágsbotni fríggjadagin. Fríggjakvøldið kl. 19 hittast líkasæl og ábyrgdarleys ung og yppa øksl saman. Aftrat YPPum verða tónleikur, røður og skemt.

 

-Ein keðilig ringrás av hjálparloysi, ábyrgdarloysi og líkasælu, sum bara ger meiri og meiri um seg. Tí kunnu vit bara yppa øksl, siga fyrireikararnir.

 

Á skránni verða røður frá millum øðrum Petur Pólson, Annlis Bjarkhamar, Ludvík Breckmann, Sjúrður Skaale, Sunnevu Háberg Eysturstein.

Av tónleiki verður 200, Lyon Hansen og Jens Marni Hansen.