Eftir øllum at døma eru teljast eingir føroyingar millum teirra, ið hava fingið roskildesjúku á Dana Cup í Hjørring.
B36, HB, 07 Vestur og FC Hoyvík hava øll ungdómslið við í kappingini. Tá vit fingu fatur á Jákup Mørk, formanni í B36, sum eisini er við á ferðini í Danmark, visti hann einki um, at magasjúkan var millum luttakararnar.
- Nei hatta hava vit slett einki hoyrt um, sigur hann.
Umleið 20.000 luttakarar eru í kappingini, og sum vera man hava tey fingið innivist ymsastaðni. Ivaleyst hevur sjúkan gjørt um seg í øðrum vistarhaldi enn teimum, ið føroyingarnir búgva í.
Roskildesjúka er smittusjúka, ið førir til ógvisliga spýggju og bleytan maga í eitt døgn ella tvey.