?Útróðrarmenn í Norðuratlantshavi skulu tryggjast rættindi til at kunna vinna til lívsins uppihald av fiskigrunnunum.
Hetta er eitt av endamálinum, sum ein nýggj norðuratlantisk samgonga skal hava.
Talan er um eina samgongu ímillum útróðrarmenn í Norðuratlantshavi. Men tað er eisini ætlanin at fáa onnur áhugamál í strandasamfeløgum, har útróðurin hevur samfelagsligan týdning, umframt umboð fyri feløg hjá teimum, sum arbeiða í fiskiídnaðinum, við
Talan er um eina samgongu fyri alt Norðuratlantshav, tvs, Noreg, Føroyar, Ísland, Ný Fundland, Grønland eysturstrond Kanada og eysturstrond USA.
Tað er Arthur Bogason, formaður í Landsfelag Smábátaeigaranna, sum hevur tikið stig til samgonguna.
Og nú er komið so langt, at tað er klárt at halda tann fyrsta fundin. Hann verður í Reykjavík og tá skulu fyrireikingarnar til stovnandi aðalfundurin gerast.
Á fundinum skal ein nevnd og ein fyribils skrivari veljast, sum skulu fyrireika sjálvan stovnandi aðalfundin.
Eftir uppskoti hjá Arthur Bogasyni, skal endamálið við hesi samgonguni, sum nevnt, verða, at arbeiða fyri at tryggja rættindini hjá útróðrarmonnum til at vinna til lívsins uppihald úr sjónum.
Men endamálið skal eisini verða at røkja áhugamálini hjá strandalondum í Norðuratlantshavi yvirhøvur og til at allýsa rættindini teirra til at gagnnýta fiskigrunnarnar.
Meiri ítøkiligt skal samgongan miðja ímóti at tryggja áhugamálini hjá limunum á fiskivinnuøkinum, og at kunna limirnar um teirra rættindi eftir teimum altjóða avtalum, sum stjórnir teirra hava undirskrivað. Endamálið er eisini at fylgja reglum og avtalum upp, sum stjórnirnar í teimum ymsu londunum hava undirskrivað.
Somuleiðis skal samgongan tryggja, at rættindini hjá útróðrarmonnum verða vird og at strandalondini virða skyldur sínar at varðveita livandi tilfeingi í havinum, tá ið tey undirskriva altjóða avtalur.
Men samgongan skal eisini skipa fyri gransking at kanna, hvussu ymiskur reiðskapur ávirkar umhvørvið í havinum. Slíka gransking kunnu eitt nú fiskimenn og myndugleikar verða felags um. Og at enda er endamálið at taka lut í orðaskifti um útróður, bæði á altjóða støði og lokalt.
Grundsjónarmiðið hjá samgonguni skal vera, at fiskirættindini skulu verða knýtt at búseting og ikki at kapitalinum.
Á stovnandi aðalfundinum skal ein stjórn veljast, ið skal virka sum ein arbeiðsbólkur, ið skal arbeiða ímillum aðalfundirnar í samgonguni.
Arbeiðsbólkurin skal velja umboð í nevndir og felagsskapir, bæði altjóða og lokalar, har viðurskifti hjá útróðrarmonnum verða viðgjørd og har avgerðir verða tiknar. Somuleiðis skal hann tryggja, at limirnir í samgonguni støðugt verða kunnaðir um alt virksemið hjá arbeiðsbólkinum og at almenningurin verður kunnaður.
Stórur fyrimunir
Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna fer sjálvur á fundin í Reykjavík.
Hann heldur, at tað er hugvekjandi, at tað júst er í Íslandi, at stig verða tikin til ein slíkan felagsskap.
? Hetta vísir bara, at tað er júst har, sum tey eru komin longst á leið við handilskvotum, at mótstøðan ímóti teimum er størstur.
Sjálvur heldur hann, at ein slík samgongan kann verða sera gagnlig hjá útróðrarmonnum.
Ikki minst heldur hann, at ein slík samgonga kann taka sær av arbeiðnum, sum eru ov krevjandi hjá hvørjum einstøkum felag at gera.
M.a. hugsar hann um at halda eyguni við, at tiknar avgerðir samsvara við sjónarmiðini hjá útróðrarmonnum. Eisini at altjóða avtalur samsvara sjónarmiðini hjá útróðrarmonnum
? Tað kann eisini vera sera gagnligt hjá okkum at síggja, hvussu útróðrarmenn í øðrum londum skipa seg. M.a eru útróðrarmenn í Ný Fundlandi farnir upp í tað máttmikla flutningsarbeiðarafelagið fyri at standa sterkari, sigur Chris Jan Michelsen.