Páll Finnur Páll hevur seinasta árið spælt fleiri minniligar konsertir, og ummælararnir hava ikki spart upp á lýsingarorðini, og tá Páll Finnur Páll fer á pall, er syngið við góðskan altíð høg. Konsertirnar á G!Festivalinum og á Summarfestivalinum vóru millum ársins framførslur í Føroyum í fjør, og var ein planet til bestu konsert á árinum, høvdu hesar ivaleyst verið millum tilnevningarnar. So fyri tey, ið leita sær á Planet Awards er gott í væntu.
Páll Finnur Páll arbeiðir við ætlanum um eina nýggja útgávu, ið væl kann gerast tann síðsta hjá bólkinum. Eftir fleiri sera virkin ár á tónleikapallinum er longri og longri millum framførslurnar hjá teimum, og alt oftari er tað onkur av limunum, ið framførur solo. Men á Planet Awards eru teir aftur á sama palli.
Fløgan hjá 200 Graceland hevur veruliga fingið umheimin at lata eyguni upp fyri Føroyameistarunum í politiskum punki. Lagið Exodus (2015) er júst komið á íslendsku rokksavnsfløguna Rokkland, og árið 2007 kann gerast eitt tað mest spennandi í søguni hjá bólkinum. Í fjør gjørdi bólkurin vart við seg á Roskilde Festivalinum, har teir fingu eitt av bestu ummælunum av øllum bólkunum á festivalinum. Umheimurin heldur eyga við teimum, og tað er sannlíkt at føroyski punkurin verður at hoyra á fleiri útlendskum festivalum í ár.
Frammanundan er greitt, at danin Bryan Rice verður millum nøvnini, ið framføra á Planet Awards.
Planet Awards er á Hotel Føroyum leygarkvøldið 27. januar.
Bryan Rice er serliga kendur fyri sangin No Promises, sum hevur verið eitt stórt útvarpshitt í bæði Danmark og í Føroyum. Fyrsta útgávan hjá Bryan Rice, Confessional, hevur staðið seg so væl í Danmark, at Rice er í uppskoti til eina Zulu virðisløn sum besti sangari í 2006.
Komandi dagarnar avdúka vit fleiri onnur tónleikanøvn, ið fara at framføra á Planet Awards.
Atgongumerki til stórfingna tiltakið Planet Awards fáast til keyps í Telebúðunum í Havn, Klaksvík og Runavík. Tey kunnu eisini keypast umvegis teleshop.fo og í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Avmarkað nøgd av atgongumerkjum verða seld.










